TVØRFAGLIGT
SAMSTARV




Ert tú ein kreativ eldsál ið ynskir at samstarva við vårnatúr um at skapa sansaligar upplivingar? Elskar tú at mála, tekna, snitta, tufta, gera keramik, binda, pressa blómur, skriva, spæla tónleik, seyma, gera mat ella okkurt heilt annað? So vil eg fegin frætta frá tær.

Lat okkum saman skapa rammur fyri hugsavnan!

PSYKOMOTORISK 
UNDIRVÍSING











Her kanst tú lesa nærri um innihaldi:

RONJA ANDERSEN

Armgarð Mortensen

Útilív og pilatesinstruktør

Ernst Remmel

Tónleikari

Alberte Marie Keiding

Naturcraft
Psykomotorisk Terapeut og eftirútbúgving í Bushcraft

ILDSJÆLEHUSET

Naturcenter Vestamager

TJÓÐHILD PATURSSON

Ástaklokkan

RANDI OLSEN & FRÍÐA HANSEN

Breyðvirkið

SINNISBATI

GIKTAFELAG FØROYA

KFUM

KFUM-Skótarnar

TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Summar í miðbýnum

SAMSTARV

Ynskir tú eitt samstarv?

SAMSTARV VIÐ SØSTER SØMAND


At samstarva við Søster Sømand er eitt reint ævintýr og eitt tað stuttligasta eg havi gjørt við vårnatúr. Søster Sømand evnar at geva mínum tankum og hugsjónum lív og sál. Ronja ið rekur Søster Sømand er sera dugnalig og professionel, og eg gleðist um at hava Søster Sømand sum illustrator til mítt undirvísingarmateriale.

Les meira um Søster Sømand her: www.soestersoemand.dk  


"Vårnatúr er drevet af den dygtige og inspirerende Vár Næs, som selv indeholder meget af den varme og tryghed, som jeg synes kommer til udtryk på billederne".
- Søster Sømand

Ró fór fram í føroysku natúruni, og var ein innbjóðing til at hugleiða yvir árið ið fór og at droyma um árið ið skuldi koma. Samstarva var við KFUM skótarnar og Ernst Remmel.

Innihald:
Nærværuvenjing
Gongutúrur í kvirru
Takksemisvenjing
Hugleiðing og hugsavnan
Meditativur tónleikur við Ernst Remmel

SAMBAND

Samband var eitt vikuskiftisskeið í samstarv við sinnisbata, ið hjálpir og stuðlar teimum ið hava sálarsjúku og avarandi teirra. Harumframt var samstarva við KFUM skótarnar, Ástaklokkuna, Breyðvirkið, Armgarð Mortensen og Ernst Remmel.

Innihald:
Nærværuvenjing
Kropsligar venjingar
Gongutúrur í kvirru
Hugsavnan
Felags matgerð
Meditativur tónleikur
Gisting í natúruni
Pilates

SANSAFERÐ


Sansastimbran í 4 tímar, har samstarva var við summar í miðbýnum. Undirvísingin byrjaði í viðarlundini í Tórshavn har vit stimbraðu sansirnar og endaði í ástaklokkuni í miðbýnum til heimagjørda pitsu og rabarbubrús ímeðan lurta var eftir meditativum tónum frá Ernst Remmel.


Innihald:
Nærveruvenjing
Kropsligar venjingar
Gongutúrur í kvirru
Tann burðardygda máltíðin
Meditativar tónar við Ernst Remmel

FYRILESTUR

Vårnatúr helt fyrilestur fyri Gigtafelag Føroya, ið hátíðarhildu sín 75 ára føðingardag. Dentur var lagdur á hvussu natúran og psykomotorisk amboð kann vera ein hjálp til at rúma pínu og at flyta uppmerksemi frá pínuni eina løtu.

RÓ Í NATÚRUNI


Í samstarv við Aske Kildegaard Barefod skaptu vit Ró í natúruni ið var eitt 5 vikursskeið fyri teimum ið upplivað sálarligar avbjóðingar. Skeiðið fór fram úti í Naturcenter Vestamager. Endamálið var at bjóða amboð og íblástur til hvussu natúran og psykomotorisk amboð kann vera ein hjálp og stuðul til at geva kropp og sinn ró og eina pausu frá tankameldur og øðrum avbjóðingum.

NATÚRAN Í BARNAGARÐINUM


4 tímars undirvísing fyri einum stovni, har undirvíst var í evninum: Hvussu kann natúran koma meira í spæl í praksis? Undirvíst var í hvønn týdning tað hevur at hugleiða yvir sítt egna samband við natúruna og at upplivað natúruna á egnan kropp,  fyri síðani at evna og síggja meining í at skapa tær røttu karmarnar fyri børnini at vera forvitin í.

NATURCRAFT


Í samstarv við Alberte Marie Keiding skaptu vit Naturcraft - eitt 5 vikursskeið fyri teimum ið upplivað sálarligar avbjóðingar. Skeiðið fór fram í Naturcenter Vestamager. Endamálið var at skapa kropsligar og nærverandi venjingar í natúruni og at hugsavna seg í hándarbeiðið við tí fyri eyga at finna ella endurfinna personligar styrkir og førleikar og at styrkja trúnna á seg sjálvan.

EFTIRSKÚLANÆMINGAR STYRKJA UPPMERKSEMI Á KROPPIN & NATÚRUNA 


Vårnatúr undirvísti eftiskúlanæmingum á eftirskúlanum Baunehøj. Undirvísingin var í fýra tímar, og hevði fokus á at styrkja uppmerksemi á kroppin og natúruna, og tann vegin gerast klókari um sínar egnu dreymar og ynskir.

Innihald:
Nærværuvenjing
Krosligar venjingar
Skriviverkstaður

" Vár er en meget dygtig, nærværende og velforberedt underviser, der tog vores elever trygt i hånden og med ud på den fineste drømmerejse. Hun må meget gerne komme igen en anden gang"
- Ronja Røskva Andersen