EKLEKTISK TILGONGD

Eklektisk tilgongd velur og samansetur ymiskar sálarfrøðiligar rætningar frá ymiskum økjum til eina stórri heild. Vårnatúr tekur støði í einum kropsfænomenologiskum, upplivilsis og ressourceorienteraðum sjónarmiði, men nýtur eisini metodir frá nógvum ymiskum terapeutiskum rætningum, soleiðis at undirvísingin verður tilpassað tørvin hjá teimum luttakandi. 

RÆTNINGAR
  • Klientcentreret
  • Kognitiv terapi
  • Gestalt terapi
  • Narrativ terapi
  • Psykodynamisk terapi
  • ACT
  • Mindfulness

PSYKOMOTORISK TERAPI


Psykomotirsk terapi er ein viðurkend sosial - og heilsufaklig professión á støði við fysioterapi, ergoterapi, námsfrøði og sjúkrarøktarfrøði. Psykomotorisk Terapi stuðlar menningini hjá tí einstaka út frá tí fatan, at man ikki kann skilja krop og sinn frá hvørjum øðrum. Tyngir okkurt sálarliga vil tað hava ávirkan á kroppin, og tyngir okkurt kropsliga vil tað hava sálarliga ávirkan. 

"Fyri meg er tað eitt nú ein livitreyt at skulla liva við psoriasis og scoliose. Passi eg ikki gott nokk uppá meg sjálva, kemur tað kropsliga til sjóndar við plettum á kroppinum og pínu í rygginum, og kropsliga støðan stressar nervalagði og kann skapa lágt sjálvsvirði og sjálvsálit, so er tann óndi spiralurin í gongd. Her er kunsturin at læra psoriasis og scoliose at kenna, við øðrum orðum míni kropssignalir, so eg veit hvussu eg best kann passa uppá meg sjálva og halda symptomini niðrri." - Vár Næs

Psykomotorisk terapi styrkir evnini til at kenna signalini hjá kroppinum, at siga frá og at megna sítt egna lív. Fokus er á tað heila menniskja - samansplið millum krop, tankar, kenslur og atburð - samt á tað sum kennist trupult í gerandisdegnum, og ikki minst tað sum eydnast. Dentur verður lagdur á menning út frá teimum ressourcum sum einstaklingurin hevur. Psykomotorisk terapi hevur tvær greinar: Manuel viðgerð og Psykomotorisk undirvísing. Eg arbeiði við psykomotoriskari undirvísing í tvørfakligum samstarvið við fokus á heilsufremjan, fyribyrging og rehabilitering.

KROPSUPPLIVING & KROPSTILVITAN


Kropstilvitan: "er en objektiv viden om egen krop, dennes tilstand og muligheder: F.eks. viden om kroppens dimensioner, spændingsforhold, vægt, bevægelsesmuligheder og styrke, den temperatur og hud. Kort sagt en biologisk og fysiologisk indsigt, hvor den fysiske krop er genstand for oplevelsen". Ruth Ryborg

Kropsuppliving: "er den i ethvert menneske integreret og dermed aktualiseret "levendegjort" kropsbevidsthed. Dvs kropsbevidsthed farvet af følelser, affekter og stemninger, der er bearbejdet, fortrængt, forvrænget eller måske skærpet af tidligere erfaringer fra den visuelle, auditive eller motoriske hukommelse, der igen er påvirket af abstrakte tanker, drømme og fantasier. Ruth Ryborg



Kropsuppliving og kropstilvitan eru grundhugtøkini í psykomotoriskari terapi. Tað er ígjøgnum kroppin og sansirnar at vit uppliva heimin og lívið innaní okkum sjálvum. Vit hava tískil øll ymiskt við okkum í ryggseikkinum, ið er við til at vit eru sum vit eru. Tá arbeitt verður við at styrkja kropstilvitanina so kroppurin kann fáa meira ró, tá verður dentur lagdur á at føla støðuna í kroppinum her og nú, og at seta orð á upplivilsi. Hetta kann hjálpa einum at gerast betur vitandi um, hvat ein ynskir at prioritera í lívinum. Tað kann vera sera avbjóðandi at føla støðuna í kroppinum í umstøðum, har vit í heilum gerast ávirkaði av tulkingum og stimulansum útifrá. Natúran kann vera ein góður staður at hvíla og at gera venjingar ið kunna styrkja kropstilvitanina. 

NATÚRTERAPI



Natúrterapi er eitt 312 tímars læringsprogram, ið byggir á æstetiskar læruprocessur og fænomenologiska undirvísing í natúruni. Natúrterapi tekur støði í at vit sum menniskju eru intimt knýtt at og ikki kunnu skiljast frá natúruni. 

"Í 2020 upplivdi eg at vera í einum vegamóti. Eg bleiv natúrligani drigin út í natúruna, ið rúmaði meg sum eg var og ongin krøv hevði til mín. Í natúruni skifti eg millum at renna, ganga, hugsavna meg, gera øvilsir og hugleiða. Tað gjørdist sjónligt fyri mær hvat kroppurin royndi at fortelja mær, hvat ið tók orku og hvat ið gav orku, hvørji míni virðir eru og hvørjir dreymar eg havi um eitt gott lív sum passar mær. Tað var linnandi at vera í og saman við natúruni, men við psykomotoriskum amboðum var tað mennandi. Menningin hevur sett spor fyri lívið - stórri virðing fyri mær sjálvari, natúruni og mínum næsta."  
- Vár Næs

Undirvísingin er tætt knýtt at natúruni og verðini í sínum organiska tilstandi. Tað snýr seg um at finna eitt stað í natúruni og bara vera- eygleiða- og taka alt tað natúrliga og vakra inn sum er um okkum. Harumfram viðmælast langir gongutúrar í natúruni til fólk ið stríðast við strongd, tunglyndi ella uppliva tankameldur og spenningar í kroppinum. Natúrupplivilsir  skapa møguleikan fyri at koma niður í tempo, føla ró og at realisera eitt meira djúpt samband við seg sjálvan og umheimin.  

ATTENTION RESTORATION THEORY 


Attention Restoration Theory (ART) er ein teori skapt av Rachel og Stephen Kaplan tíðliga í 1990'inum, ið er um sama mundi sum at tøknin tók um seg. ART er ein teori ið greiður frá, at tá vit eru úti í natúruni, so er møguleiki fyri at fáa eina pausu til endurmenning og styrkja evnini til at hugsavna seg. 

ART deilur uppmerksemi upp í tveir formar fyri uppmerksemi: miðvíst uppmerksemi og spontant uppmerksemi. Miðvíst uppmerksemi er tá heilin arbeiður, skal vurdera, taka støðu til ymiskt og eitt nú flyta okkum frá a til b. Tað spontana uppmerksemi, ið kann geva eina pausu, aktiverast tá vit koma út í natúruna. Hetta skal sjálvsagt vera natúra sum kennist tryg at vera í. 

Okkum tørvar báar formar av uppmerksemi fyri at koma ígjøgnum dagin, men eru vit í miðvísum uppmerksemi yvir ov langa tíð uttan at halda pausur, tá er tað at vit kunna gerast útbrend. Samfelagið koyrur skjótt og tað krevur uppmerksemi og kropstilvitan at fara ímóti streyminium - at seta ferðina niður og taka tær neyðugu pausurnar, so kroppurin kann fáa ró í gerandisdegnum. 

Stephen og Rachel Kaplan greiða frá fýra fasum av uppmerksemi, ið eru ein partur av leiðuni til endurmenning: 

1. At lata tankarnar koma og fara 
2. at fáa eina pausu frá miðvísum uppmerksemi og aktivera tað spontana uppmerksemi 
3. at hugsavna seg í einum virksemi, ið leiður upp til at vera í flow.
4. Hugsavnan í natúruni í longri tíð kann geva ró til at hugleiða yvir sítt egna lív, prioriteringar, ynskir, dreymar og mál 

CRAFT-PSYKOLOGI

HUGSAVNAN
HVAT ER TAÐ?


Í undirvísingini hjá vårnatúr snýr hugsavnan seg um at hava tíð og ró til at føla kroppin og natúruna her og nú, samt at hava tíð til at hugsavna seg í einum virksemi.

Tað er ein innbjóðing til at fáa eina pausu frá gerandis avbjóðingum. Tað snýr seg um at skapa tíð og ró til hugsavnan í einum virksemi í senn. At hava tíð og ró til at hugsavna seg um eitt virksemi í senn gevur møguleika fyri at skapa nakað sum følist gevandi fyri ein sjálvan og onnur.







HUGSAVNAN &
SÁLARLIG HEILSA


Nýggjar kanningar vísa at hugsavnan og tað at koma í flow kann fyribyrgja strongd. Samt at man við tíðini kann fáa eina stórri kenslu av gleði, innihald og stýring av sínum egna lívið. Tá vit liva í einari tíð við nógvum stimulansum og har tað gongur skjótt fyri seg, so skal ein í verðuleikanum prioritera hugsavnan eins og annað virksemi. Bara tað at man veit, at har er ein løta í vikuni, ið tú velur at hugsavna teg kann geva meira ró í kropp og sál. Tað er næstan ómøguligt at koma í flow um tíðin er pressað og at tað er ymiskt ið blívur við at forstýra. Vårnatúr skapar rammur, har tað er tíð og ró til at hugsavna seg um tað sum einum sjálvum hevur tørv á.

CRAFT-PSYKOLOGI

Tekstur ávegis.

PSYKOMOTORISK
UNDIRVÍSING