PSYKOMOTORISK
UNDIRVÍSING

HEILSUFREMJANDI OG FYRIBYRGJANDI UPPLIVINGINAR, SUM SITA LEINGIÐ EFTIR Í KROPPINUM EFTIR UNDIRVÍSING

PSYKOMOTORISK
UNDIRVÍSING

HVUSSU HEVUR KROPPURIN TAÐ?


Tað snýr tað seg ikki um hvussu kroppurin sær út, men um hvussu kroppurin hevur tað.


PMU er nakað heilt serligt.
Endamálið er at styrkja kropstilvitanina, og harvið hjálpa tær við at fáa meira ró í kroppin, so tú kanst styrkja og menna tína egnu heilsu, bæði kropsliga, sálarliga og sosialt.

Við at styrkja kropsligu førleikarnar fylgja sálarligu og sosialu førleikarnar við.

Eftir undirvísing inni, so forsetir undirvísingin úti í natúruni, har møguleiki er fyri at uppliva á egnan kropp, ta jaligu ávirkan natúran hevur og krop og sinn. Samanspælið millum psykomotorisk amboð og natúruna er við til at skapa ró í kropp og sinn á ein serligan hátt.

TÚ ERT EKSPERTURIN!


Tú ert ekspertur uppá tín egna kropp og títt egna lív.



Fokus er á hjálp til sjálvhjálp. Undirvísingin tekur støðið í tí sum tú sansar í kroppinum. 
Mín uppgáva er at skapa tryggar rammur, deila vitan og at leiða samt stuðla menningargongdini.



HOLISTISK VENJING


Psykomotorisk undirvísing sær menniskja framum diagnosur og stigmatisering.


Vårnatúr sær ta heila menniskja í síni undirvísing. Tað verður skapt rammur fyri rørslu, har tað er møguleiki fyri at læra kroppin at kenna og at fáa positivar upplivingar og royndir við kropsligari venjing, so ein finnur ella endurfinnur rørslugleðina.

áðrenn undirvísing


Tú skalt bert møta upp við forvitini og áhuga í at læra meira um tín egna kropp. Gott er at vera í klæðum tú kanst røra teg í og at hava vatn við at drekka.

Til tín egna fyrimun kanst tú áðrenn venjing hugleiða yvir, hvat tú ynskir at fáa burturúr undirvísingini.










til undirvísing


Vårnatúr skapar tryggar rammur inni í rørslusælið og úti í natúruni. Innihaldið er ymiskt alt eftir um undirvísingin er inni ella úti og frá tema til tema, men yvirornaðu karmarnar eru teir somu, inni sum úti.

Yvirornaðar karmar: 

Tjekka inn/At koma til staðar

Vitan um dagsins tema
Til 
dømis kropstilvitan.

Nærverandi venjingar

Kropsligar venjingar

Hugsavnan

Hugleiðing

Tjekka út

eftir undirvísing


Sterkari tilvitan um:

Støðuna í kroppinum

Orsøkina til støðuna

Hvat kennist gott og minnið gott

Hvat ynskist meira av

Loysnir her og nú

Íbornar styrkir og førleikar

kropslig vælvera

Egin mørk

Týdningin av felagsskapinum

Hvat sum skal til fyri at trívast

KROPSLIG VENJING


Dømi um virksemi:

Grounding

Liðupphiting

Pilates


Ganga/renna

Dansur

Psykomotorisk grundvenjing

Spæl og rørsla


NÆRVERU VENJING


Dømi um virksemi:

Afspænding

Gongutúrur í kvirru


Gongutúrur í róligum tempo

Sansastimbran

Mindfulness

Psykomotorisk grundvenjing

Visualisering



HUGLEIÐING


Kropsligu - og nærveru venjingarnar saman við hugleiðing (einstakavís, í par og í tí stóra bólkinum) er við til at stuðla teimum luttakandi til at styrkja kropstilvitanina. Harumframt styrkjast vit av at deila og hoyra forteljingarnar hjá hvørjum øðrum. 

Hugleiðing er kjarnan av at kunna flyta nýggju vitanina og kropsligu royndirnar í gerandisdagin.



TVØRFAGLIGT SAMSTARV

VÅRNATÚR


Vårnatúr faciliterar og leiðir eina heildaruppliving frá byrjan til enda. Heildarupplivingin byrjar við psykomotoriskari undirvísing inni í einum rørslusælið og flytist síðani út í natúruna. Hareftir verður tað skapt rammur til kreativa hugsavnan, har ein gestaundirvísari setur rammurnar. At enda tekur vårnatúr samanum.

GESTAUNDIRVÍSARI


Sum gestaundirvísari ert tú eksperturin á tínum øki, og tú skapir ta rúm sum gevur mest meining fyri teg. Her ert tú á heimabana, og vårnatúr er luttakandi á jøvnum fótum við tey luttakandi.


Vårnatúr ynskir við hesum samstarvið at vísa teimum luttakandi, hvørja positiva ávirkan tað kann hava á krop og sinn at hugsavna seg í einum virksemi sum kann hjálpa einum at gloyma tíð og stað eina løtu.

LUTTAKANDI


Sum luttakandi ert tú eksperturin í tínum lívið. Vårnatúr skapar rammur fyri at tú kanst finna ró í krop og sinn. Fyri at luttaka skalt tú hava viljan og forvitni eftir at læra nýtt. Harumframt er tað týdningarmikið at virða rammurnar, sum eitt nú innihald, natúruna, hini luttakandi og at siga frá um tað ikki er møguligt at koma til undirvísing.
 
ONOFF