PSYKOMOTORISK 
UNDIRVÍSING

vårnatúr

Útyvir at eg sjálv eiti Vár, so betíðir vår okkara, og natúr lýsir uttaru natúruna; umhvørvi og natúr og innaru natúruna: íbornu grundeginleikar og lyndi.

Vårnatúr bjóðar psykomotoriska undirvísing (PMU.) Her lærir tú tín krop betur at kenna og tú fært ítøkilig amboð ið geva meira ró í krop og sinn. Dentur er lagdur á at styrkja uppmerksemi á tað sum vit sansa í vår innaru og uttaru natúru. Vår innara natúra (kroppurin) er í centrum og við kroppinum gerast vit meira tilvitandi um, hvussu gerandis umhvørvið og natúran ávirkar okkum kropsliga og sálarliga. Við størri kropstilvitan styrkist kropsliga, sálarliga og sosiala heilsan.

Tað snýr seg um tey val vit taka og hvussu vit fyrihalda okkum til okkara egna lív. Tað tekur tíð at læra kropsignalir og mørk at kenna, men er ein gáva givin at komma nærri tí sum gevur ró, hvíld og sálarfrið.

Vårnatúr bjóðar tey amboð víðari, sum hava hjálpt at finna javnvág millum ró, hvíld og at vera virkin.

TØRVAR TÆR RÓ?


Modernaða samfelagið koyrur í skjótari ferð og alskins møguleikar kunna gerast yvirstimulerandi og altumfatandi. Tøknin mennist skjótari enn vit menniskju megna at fylgja við, og krøvini gerast størri, ið til tíðir kann leiða til óró í kropp og sinn.

 Tørvurin á ró er størri enn áður, tí er sera týdningarmikið at læra síni kropsignalir at kenna, at føla eftir hvat kroppurin hevur tørv á og harvið at seta egin mørk.


Tá tað sýr seg um at fáa meira ró í krop og sinn, tá smeltar psykomotorisk terapi og natúrterapi saman í eina eind.

Les meira um, hví tað er týdningarmikið og um arbeiðsháttin hjá vårnatúr: 

PSYKOMOTORISK UNDIRVÍSING


Saknar tú meira ró og hvíld í kroppinum og sinninum? Ert tú forvitin eftir at skilja hvat tað er sum hendur tá kroppurin gerst yvirstimuleraður ella umvent upplivir ró og hvíld?

PMU styrkir tína vitan um kroppin við støði í teimum ressourcum og møguleikum tú hevur í gerandisdegnum. Tú styrkir førleikan til at:


Lurta eftir signalinum sum kroppurin roynur at fortelja

At venda tankar og kenslur til jaligar virkisførleikar

At gerast tilvitandi um egin mørk og møguleikar

Les meira um innihaldi:

TVØRFAGLIGT SAMSTARV


Til tíðir dámar mær væl at samstarva við aðrar eldsálir og skapa sansaligar upplivingar, ið kunna styrkja uppmerksemi á núverandi løtuna og geva krop og sinn ró og hvíld.

Um tú heldur tað er spennandi at skapa eitt samstarv, so kanst tú lesa meira um, hvussu tað sær út á 'samstarv'  og um tey átøk várnatúr hevur skipað fyri.

SÁLARLIG HEILSA 


Vårnatúr arbeiðir við at fremja sálarliga heilsu og fyribyrgja sálarligar trupulleikar út frá somu hugsjón sum WHO, ið lýsir tað soleiðisSálarlig heilsa er ein støða av trivnaði, har tú sum menniskja kanst menna og royna tíni evni, handfara avbjóðingar og strongd í gerandisdegnum, vera partur av sosialum sambondum og megnar at geva íkast til felagsskapin. Sálarlig heilsa rúmar tvær dimensjónir:

1.  At uppliva at hava tað gott og at vísa nøgdsemi yvir fyri lívinum.

2. At vera virkin, megna gerandis uppgávur og handfara gerandis avbjóðingar.

VÅRNATÚR